Hondbóltssamband Føroya hevur í dag kunngjørt, hvørjir leikarar landsliðsvenjararnir hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia 4. og 7. november.
Eitt sum er merkisvert, er at Filip Jojic endliga er við í einum hópi. Hann hevur áður vant við, og í summar fekk størsti profilurin hjá VÍF, sum er í Føroyum á tíggjunda árið, pappír uppá at hann er danskur ríkisborgari og harvið kann umboða Føroyar. 32-ára gamli vinstri bakkurin skorar eina rúgvu av málum hvørt ár, og nú skal leikarin, sum er úr Bosnia-Hersegovina, gera tað fyri Føroyar.
Vestmenningurin Áki Egilsnes hevur seinastu árini verið at sæð á hinum bakkinum á landsliðnum, men hann verður ikki við hesuferð - heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at tað er av persónligum ávum. Hilmar Leon Jakobsen hevur eisini verið partur av landsliðnum, tá hann ikki hevur verið skaddur, men hoyvíkingurin er fyribils givin at spæla hondbólt og skorar ístaðin mál fyri HB.
Hondbóltssambandið boðar frá, at korona fer at avmarka luttøkuna hjá roynda Róki Akralíð, sum er lækni í Århus. Rókur kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia. Hesir báðir eru millum teir sjey á listanum, ið til dagliga spæla í donskum hondbólti. Samanlagt eru 14 útisetar úttiknir - fýra sum spæla í Íslandi og so teir tríggir ið spæla í Stavanger. Bert tríggir spæla til dagliga í Føroyum - tveir í H71 og ein í VÍF
Hópurin:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Vongleikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Bakspælarar/verjuleikarar:
Brandur Halgirson, Ajax København
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Strikuleikarar:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christansen, Fram
Rókur Akralíð, HEI Skæring - Verður við til heimadystin
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg - Verður við til útidystin
Talan verður um avbjóðandi uppgávur hjá føroyska liðnum. Kekkia er hægst styrkismett av teimum fýra liðunum í bólkinum - hini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nr. 12 til EM í 2020 og nr. 6 til EM í 2018.
Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november klokkan 17.10, føroyska tíð, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november kl. 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald