Annað

Fimleikasambandið nýggjan formann

Pól Esper Hansen er nýggjur formaður í fimleikasambandi. Hann var á eykaaðalfundi í kvøld, valdur til formann.

Pól Esper Hansen, Tinna Johansen, Heri Lamhauge, Frida Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen (Mynd: Fimleikur.fo)

Pól Esper Hansen, Tinna Johansen, Heri Lamhauge, Frida Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen (Mynd: Fimleikur.fo)

2022-09-08 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á eykaaðalfundi í kvøld, varð Pól Esper Hansen valdur til formann í Føroya Fimleikasambandi tey næstu tvey árini.

Í starvsnevndini sita nú Pól Esper Hansen sum formaður, Heri Lamhauge, amboðssamskipari, Tinna Johansen, estetiskur samskipari, Kristian Danbjørg Heinesen, samskipari fyri breiddarfimleik og Frida Poulsen, samskipari fyri Fimleikafagnaðin og Fimleikagalla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder