Fótbóltur

Fimm milliónir í avlopi

Botnlinjan hjá KÍ vísir eitt yvirskot upp á fimm milliónir í fjør, og orsøkin er í stóran mun góðu úrslitini í Europa League.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-01 23:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gekk væl hjá KÍ í Europa League í summar, og tað sæst aftur á roknskapinum fyri 2020. Aðalfundur var í kvøld, og roknskapurin vísir eitt yvirskot upp á fimm milliónir krónur.

Hetta skrivar Norðlýsið.

KÍ hevði eina inntøku upp á 16 milliónir, og harav komu 12 milliónir inn frá evropaluttøkuni. Sambært Norðlýsinum vóru sjey milliónir útgoldnar í lønum, og av hesum fekk leikarahópurinfimm milliónir. Góðu lønirnar eru orsakað av bonuspengum fyri góðu úrslitini.

Sama nevndin heldur fram, og hon hevur skipað seg aftur við Tummasi Lervig sum formanni og Rúna Heinesen sum næstformanni.

Síðani síðsta aðalfund var Eyðstein Poulsen komin í tóma sessin fyri ungdómsfótbólt og nú bleiv hann valdur fyri komandi árið.

[object Object]Eyðstein Poulsen her til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder