Tvær spennandi HM-hálvfinalur eru í væntu í Egyptalandi í kvøld.
Í tí fyrru er Frakland favorittur, men sviar hava í hesi kappingini víst óvæntaða styrki. Nógvir leikarar eru ikki við vegna skaða, men Svøríki kann í kvøld spæla seg í sína fyrstu HM-finalu síðani 2001, tá júst Frakland syrgdi fyri, at "Bengan Boys", við millum annað Tomas Svensson, Magnus Wislander, Stefan Lövgren og Staffan Olseson, á liðnum, ikki vunnið HM tvær ferðir á rað. "Les Experts" vóru seinast í einari HM-finalu í 2017, tá tað gjørdist talan um gull á heimavølli.
Danmark vann gull í 2019 við framúrskarandi hondbólti á heimavølli - og í serliga í hálvfinaluni, sum var í Hamborg, móti Fraklandi. Noreg varð skúgvað sannførandi til viks í finaluni í Herning, og nú tvey ár seinni skulu danir dystast við Spania, ið vann á Noreg í fjórðingsfinaluni mikukvøldini, um finalupláss. Danmark spældi tvífalda longda leiktíð móti vertunum fjórðingsfinaluni, áðrenn avgerðin fall í brotskastskapping. Liðið hjá Nikolaj Jaokobsen er á pappírinum ein lítil favorittur, men royndu spaniólarnir hava vunnið EM tvær ferðir á rað, og nógv týður uppá, at hálvfinalan millum liðini verður heilt tøtt.
Hálvfinalurnar
Fríggjadagin 28.01
16.30: Frakland - Svøríki
19.30: Danmark - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald