
Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin): - Tað gekk sum væntað móti Kekkia, tá londini hittast: Favorittarnir høvdu yvirvágina og vunnu...ella tað gekk næstan sum vant
Tí í 84. minutti stórfegnaðust føroyingarnir her. Innskifti Adrian Rúnason Justinussen sendi eina kanónkúlu av einum hornasparki inn úr høgru, og Gunnar Vatnhamar kom flúgvandi mitt fyri málið, uppum Tomas Soucek stýrdi bóltinum hart og vakurt í kekkiska málið.
1-1, og so vóru kekkar kroystir.
Men so gjørdu teir bara sum so mangan áður í dystinum. Man fekk eitt innlegg í lag móti einum av høgru áleyparunum, og eins og í 25. minutti kom EM-toppskjúttin frá 2021, Patrick Schick, frammum Andrias Edmundsson. Málrevurin snýtti tann minni roynda mótstøðumannin og Føroyar fyri søguligum stigi.
Ikki tí. Tað var avgjørt uppiborið, at Kekkia vann. Hóast føroyingarnir stríddust og høvdu aðrar støður, og serliga ein annan stóran málmøguleika, so var heimaliðið frammanfyri á flestu økinum og trýsti veruliga Føroyar í løtum.
Eitt tungt 2-1 tap í fyrsta dystinum í undankappingini, men fyrsta føroyska málið í tíggju royndum móti Kekkia og annað í avrikinum gevur fínar vónir til týskvøldið í Montenegro og restina av undankappingini.
Samrøður og meira seinni
Undankapping til HM 2026 - bólkur L
1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar 2-1 (1-0)
25' Patrick Schick 1-0
84' Gunnar Vatnhamar (Adrian Rúnason Justinussen) 1-1
86' Patrick Schick 2-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen (38' Jóannes Kalsø Danielsen), Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen - Petur Knudsen
*Vegna skaða hjá Jann
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Meinhard Egilsson Olsen og René Shaki Joensen (64') - Páll Andrasson Klettskarð og Adrian Rúnason Justinussen (79')
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald