Hondbóltur

Fingu strítt seg til stig móti Andorra

Gutti Dahl-Olsen javnaði fyri Føroyar, tá eitt korter var eftir, men samanlagt var avrikið hjá U21 móti Andorra ikki nóg gott til at vinna og liva upp til favorittleiklutin.

Andorra hugsavnaði seg meira um at vera vælskipaðir, og síðani revsa føroyingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Andorra hugsavnaði seg meira um at vera vælskipaðir, og síðani revsa føroyingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-16 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir seinasta bríksl við Djúpumýrar var eingin ivi um, í hvørji legu tað var størri nøgdsemi um javnleik. Andorra fekk eitt stig, eins og liðið gjørdi móti Hvítarusslandi í fyrsta umfari. Fyri Føroyar var talan um í øllum førum lítið vónbrot í fyrstu uppgávuni í undankappingini

Tað vóru tó Føroyar, ið noyddust at vinna seg á javnleik í seinna hálvleiki. Tað byrjaði annars heilt væl, og longu eftir lítið korter var 1-0. Eftir deyðbóltsstøðu vann føroyska liðið bóltin, ið varð snittaður víðari, Áki Samuelsen fekk tamt bóltin í brotsteignum og varð síðani feldur. Jørgen Nielsen var ísakaldur úr ellivu metrum, og eins og seinast U21 spældi heimadyst (Serbia fyri einum ári síðani), skoraði glyvramaðurin og legði harvið Føroyar á odda.

[object Object]
HB-leikarin verður feldur... (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
... og B68-áleyparin umsetti til mál (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Andorra svaraði tó aftur, og kom til nakrar stórar møguleikar fyri steðgin. Tað eydnaðist eisini at javna. Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir, at tað var ov lætt at bróta ígjøgnum í okkara høgru síðu, og eftir at Børge Petersen fyrst hevði blokerað skotinum, men at bólturin síðani fór í netið til 1-1.

Føroyar høvdu leikliga yvirvág, men megnaðu ikki at skapa so nógv: Vóru heldur óneyvir, kroystir mitt fyri, manglaðu møguleikar og Andorra arbeiddi og vardi væl. Tíðliga í seinna var galið aftur heldur lætt at koma til møguleikar móti Føroyum, og eftir at Ari í Haraldstovu Petersen hevði bjarga væl í fyrru atløgu, eydnast útiliðnum at prika bóltin í føroyska málið aftur.

Eftir at okkara skuldi koma yvir skelkin, reistust teir nakað, og meira broddur kom í álopsspælið. Brotið varð ígjøgnum síðunar nakrar ferðir, og útjavnandi málið kom, eftir at Olaf Bárðarsson rak inneftir, slepti bóltinum og at hann síðani varð spældur niðan á Jørgen Nielsen. Áleyparin spældi snilt víðari til Gutta Dahl-Olsen, sum tók bóltin víðari, og síðani setti hann framvið málverjanum við vinstra beinið til 2-2.

Hóast tað eydnast at leggja ávíst trýst á seinastu løtuna, so eydnaðist ikki føroyska liðnum at koma til heilt stóra málmøguleikan, og fáa triðja málið og harvið trý stig. Áki Samuelsen hevði frísparksroynd í yvirtíðini, men tað endaði 2-2. Harvið eitt stig til Eyðun Klakstein og liðið í fyrstu royndini.

Føroyska U21-landsliðið spælir aftur í september - á útivølli móti Hvítarusslandi og Kroatia.

U21 EM-undankapping
Fríggjadagin 16.06, við Djúpumýru
Føroyar - Andorra 2-2 (1-1) 
13' Jørgen Nielsen, br. (Áki Debes Samuelsen) 1-0
22' 1-1 Gerard Sola
58' 1-2 Guillem Acosta
74' Gutti Dahl-Olsen (Jørgen Nielsen) 2-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder