Tað er nú greitt, at Finnland og Lettland skulu deilast um vertskapin fyri HM í íshokki næsta ár.
Tað upplýsir Altjóða Íshokkisambandið (IIHF) sambært Ritzau.
Upprunaliga skuldi næsta HM-kappingin haldast í russiska býnum Sankta Pætursborg, men orsakað av krígnum í Ukraina misti Russland vertskapin.
Tað verða í staðin finski býurin Tampere og lettlendski høvuðsstaðurin Riga, sum skulu hýsa kappingini.
Ársins HM-kapping í íshokki verður hildin í Finnlandi, og í fjør var kappingin í Lettlandi, eftir at Hvítarussland misti vertskapin orsakað av politiska ófriðinum í landinum.
HM í íshokki verður næsta ár í døgunum 12. - 28. mai. Ársins kapping endar nú um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald