Hondbóltur

Fjepparatiltak á Oyrasundi áðrenn landsdystin

Føroysku áskoðararnir fara at hita upp til hondbóltslandsdystin í “ghettoini” á Amager frá kl. 14.30.

Nógvur føroyingar vóru í Skjern í oktober, og í dag verða uppaftur fleiri í Keypmannahavn 
(Mynd: Sverri Egholm)

Nógvur føroyingar vóru í Skjern í oktober, og í dag verða uppaftur fleiri í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-13 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu Føroyar takast við Ukraina í Royal Arena í danska høvuðstaðarøkinum.

Tað verða nógvir føroyskir áskoðarar í stóru og snotiligu høllini. Júst talið er trupult at meta um, men tað er útselt til stóra hondbóltsdagin í Ørestad, ið umframt  dystin hjá Føroyum inniheldur Danmark-Montenegro. Tað er pláss til beint undir 12.000 áskoðarar í høllini.

Fyri teir mongu føroyingar ið eru komnir niður, og fyri teir mongu ið búgva her, er góður møguleiki fyri at hita upp saman og veruliga koma í landliðshuglag undan uppgerðini. Frá klokkan 14.30 er tiltak, har føroyskur tónleikur fer at ljóða, andlitsmáling verður, og lagið verður helst í topp.

Ógvuliga passandi er tað, at upphitingin verður á Oyrasundskolleginum á Amager, har ein rúgva av føroyingum búgva. Fyrireikararnir kalla tað “ghetto-upphiting". Tað er í "Sumpen", sum er ímillum tveir íbúðarblokkar.

Upphitingin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder