Í 2. umfari í Burn-deildini vann Team Klaksvík í Kollafirði. Kollfirðingar skoraðu bert 16 ferðir tann 16. september, tá klaksvíkingar vunnu við seks málum. Í oktober legði KÍF seg fram um Team Klaksvík, og síðani hava klaksvíkingar jagstrað kollfirðingar og fjórða plássið.
Í kvøld hevur liðið hjá Áka Mørk møguleika at koma upp á 15 stig, ið KÍF hevur í løtuni. KÍF hevur leikt ein dyst færri, so tað er Team Klaksvík, ið hevur knívin á barkanum. Um felagið fyri fyrstu ferð skal røkka hálvfinalunum, so er ein sigur í kvøld eitt krav. Í so fall eru liðini jøvn í stigum undan seinastu umførunum - 18 dystir skulu spælast.
Um tað eydnast hjá KÍF at vinna í kvøld, so eru teir reyðkløddu so gott sum heilt til reiðar til hálvfinalurnar. Í dystinum millum liðini í Klaksvík var tað dramatiskt, og tað endaði 35-35. Í týðandi steypadystinum í Kollafirði, vann heimaliðið, eftir at Team Klaksvík annars hevði havt eina greiða leiðslu. KÍF hevur ikki spælt síðani seinnu hálvfinaluna á Hálsi 14. februar - Team Klaksvík vann greitt á Skála sunnudagin.
Alt í alt er lagt upp til ein sera spennandi dyst í kvøld, sum kann síggjast hjá KVF og hoyrast á FM1.
Burn menn
Í kvøld - 03.03
20.00: KÍF - Team Klaksvík
Í gjár - 02.03
H71-VÍF (27-30) 14-13
Rúni Vest Højgaard 5 mál, H71. Sjúrður Olsen 7 mál, VÍF
Kyndil-Neistin (35-32) 18-18
Bartal Klein Olsen 11 mál, Kyndil. Rasmus Søby 13 mál, Neistin
Støðan
1. VÍF (26 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (17 stig)
4. KÍF (15 stig)
5. Team Klaksvík (13 stig)
6. Kyndil (6 stig)
7. StÍF (6 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald