Flogbarnakappingin sum skuldi vera í Kollafirði um vikuskiftið er avlýst. Hesum boðar Flogbóltssamband Føroya frá í kvøld.
- Flogbóltssamband Føroya hevur ráðført seg við ÍSF og heilsumyndugleikarnar. Niðurstøðan er, at kappingin í Kollfirði í morgin leygardagin og sunnudagin verður avlýst, ljóða boðini.
Ætlanin var at byrja longu klokkan 9 í morginárini, og halda fram til sunnudagin seinnapartin.
Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, kom við einum tilmæli at tiltøk sum savnaðu fleiri enn 500 fólk áttu at verið avlýst fyri at forða smittuni av coronavirusinum.
Fyrr í kvøld boðaði Kringvarpið frá, at stóra tónleikatiltakið FMA, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum í morgin, og har eini 400 áhoyrar skuldu vera, var avlýst. Har verður arbeitt við einari loysn, soleiðis at virðislønirnar kunnu handast uttan áhoyrarar.
Les eisini: FMA av ongum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald