Hondbóltur

Fleiri nýggj andlit í landsliðshópinum

Landsliðsvenjarin Sonni Larsen hevur úttikið 19 leikarar til dystin ímóti Bjerringbro-Silkeborg í Høllini á Hálsi 7. august..

Helgi Hildarson Hoydal er sum vanligt við, men nakrir aðrir hoyvíkingar, umframt aðrir leikarar eru við fyri fyrstu ferð ella eru aftur í A-landsliðshópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Hildarson Hoydal er sum vanligt við, men nakrir aðrir hoyvíkingar, umframt aðrir leikarar eru við fyri fyrstu ferð ella eru aftur í A-landsliðshópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-01 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi mikukvøld skulu Føroyar spæla ímóti danska felagnum Bjerringbro-Silkeborg, ið Jóhan á Plógv Hansen millum annað er partur av. Leikarar hjá BSV eru partur av hondbóltsskúlanum, ið verður mánadagin og týsdagin í Havn.

Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá Sonna Larsen, nýggja hjálparvenjaranum Dia Midjord, og liðnum at fáa ein dyst sum fyrireiking til komandi HM-undankapping. Eisini er hetta ein góður møguleiki at royna nøkur ting av, og í hópinum eru fleiri nýggj nøvn í mun til, hvat vit sóu í EM-undankappingini. 

Strikuleikararnir Pætur Mikkjalson, ið er á veg til H71, og Niklas Højgaard Hanusarson hjá eru hesaferð við í A-landsliðshópinum - tað sama eru vongleikararnir hjá H71, Pætur Thomsen og Leivur Mortensen. Pætur og Pætur vóru við til U21 HM í 2017; teir vóru eisini við til venjingardystirnir ímóti Grønlandi í januar. Hjá Niklasi og Leivi er hetta fyrsta A-landliðsúttøka, og tað er tað eisini hjá spælskiparanum hjá Kyndli, Bartal Klein Olsen. Av meira royndu leikarunum eru Rúni Joensen og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen aftur at síggja í hópinum.

HSF boðar frá, at Allan Norðberg og Áki Egilsnes eru bundnir av KA í Íslandi í komandi viku, at leikararnir úr VÍF ikki vóru tøkir til úttøkuna, tí teir eru á venjingarlegu í júst Íslandi, og at Rókur Akralíð og Eirikur Simonsen heldur ikki eru tøkir. 

Hópurin: 

Málverjar:

Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Niklas Simonsen, TM Tønder

Strikuspælarar:
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, H71
Niklas Højgaard Hanusarson, H71

Spæliskiparar:

Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF
Bartal Klein Olsen, Kyndil

Bakspælarar:
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík

Vongspælarar:
Nicklas Selvig, KÍF
Rói Berg Hansen, FIF
Leivur Mortensen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Pætur Thomsen, H71

Dysturin móti BSV verður mikudagin 7. august kl. 20.00 í Høllini á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder