Annað

Fleyr fyri fyrstu ferð í Evropa

Kvinnurnar hava aðalroynd móti Friso SNEEK úr Niðurlondum í oktober.

2024-07-16 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lutakastið til fyrsta umfar í evropisku flogbólts-kappingunum fyri lið var fyrr í dag. Her gjørdist greitt, at kvinnurnar hjá fleyr skulu til Háland í oktober.

Hetta er fyrsta ferðin, at Fleyr luttekur í altjóða CEV kapping. Flogbóltsfelagið Dráttur vann í 2023/2024 bæði Bónus-kappingina og Føroya Tele-kappingina. Men tá Dráttur ikki ynskti at taka lut í evropiskari kapping í 2024, tók silvurvinnararnir úr Fleyr av og meldaði teirra kvinnulið til. 

Verturin Nirisha Campbell og hjáverturin Federico Ferraro stóðu fyri lutakastinum, sum gekk fyri seg í Luksemborg Broadcasting Center.

Fleyr skal fyrst leika útidyst ímóti Friso SNEEK frá Hálandi. Fyrsti dysturin hjá Fleyr verður í døgunum 8. - 10 oktober. Returdysturin í høllini á Hálsi verður so 15. - 17. oktober. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni.

Flogbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder