Fleyr var favorittur undan dystinum ímóti KÍF í hálvfinaluni hjá kvinnum, sum varð spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík, og tað livdu tær upp til so dyggiliga.
Tvey tey fyrstu settini blásti Fleyr KÍF fullkomiliga um koll. Við sera sterkum álopsspæli serliga á miðjuni við Sarah Tyler og Súsonnu S. Ludvig á odda, var KÍF alla tíðina aftanfyri og undir trýsti. Og tá so Hanna Iansdóttir sum hevari fleiri ferðir snýtti alt og øll, tá ið hon legði bóltar yvirum heldur enn at heva til viðleikararnar, tóktust KÍF kvinnurnar máttleysar. Settini bæði fullu tí greitt til Fleyr.
Í øðrum setti beit KÍF rættiliga frá sær, og tær kunnu iðra seg, at tær ikki tóku settið, tá ið tær høvdu møguleikan. Men tær vóru ov lítið avgjørdar, tá ið tær høvdu 2-3 stig í leiðslu, og Fleyr skal ikki hava nógvar slíkar møguleikar, so smekka tær til. Fleyr vann seg framum 22-20, og lótu eftir tað ikki KÍF koma nær aftur, og vunnu dystin tá ið samanum kom trygt 3-0.
Undan dystinum misti Fleyr Hannu A. Olsen, sum skaddi sær knæið. Ein stórur missur, men inn fyri hana kom bara 17 ára gamla Helena S. Hansen. Og hóast tað vóru miðjurnar hjá Fleyr, sum í hagtølunum stóðu seg best, var tað unga Helena, sum stendur sterkast eftir í minninum. Tað er ikki lætt at koma inn í so avgerandi dysti og skula vera ein av berandi kreftunum, men tað megnaði Helena til fulnar, so tá ið fyrstu nervarnir vóru spældir burtur, stóð hon ikki aftanfyri nakra av hinum.
Hon verður heilt sikkurt ein at halda eyga við í føroyskum flogbólti í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald