Annað

Flogbóltsmenninir á heimavølli í kvøld

Í kvøld verður spælt inni í Dal á Sandi móti Aserbadjan og sunnudagin móti Eysturríki.

(Mynd: CEV)

(Mynd: CEV)

2025-06-20 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið hjá monnum í flogbólti skal spæla tveir landsdystir inni í Dal á Sandi um vikuskiftið.

Fyrri dysturin verður millum Føroyar og Aserbadjan fríggjakvøldið klokkan 19 og seinni dysturin verður millum Føroyar og Eysturríki sunnudagin klokkan 17. 

Føroysku menninir vóru í Íslandi síðsta vikuskiftið og vunnu ein dyst, á Íslandi.

Hetta var ein góð byrjan uppá kappingina hjá okkara monnum.  Seinni dysturin var ímóti Svøríki. Í tí dystinum spældu føroyska liðið væl, men mótstøðan var ov sterk og Føroyar tapti dystin 3-0.

Um vikuskiftið er Flogbóltssamband Føroya aftur vertur av Silver League kappingini hjá CEV. 

Dystirnir vera vístir í Televarpinum og á www.eurovolley.tv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder