Um viðrar verður flogbóltskapping í Havn um vikuskiftið.
Talan er um FK-kapping-yngri, sum er fyri leikarar úr øllum Føroyum.
Fyrsti dystur verður í kvøld klokkan 18, tá G19 kappingin byrjar, og spælt verður fram til sunnukvøldið klokkan 18, tá seinasta finalan er liðug.
Undirtøkan er góð, og 140 lið hava teknað seg. Nú tilmæli um frástøðu er serlig í mun til onnur ár, er kappingin býtt út á tríggjar hallir, og m.a. er hetta fyrsta kapping, sum verður hildin í nýggja skúlanum á Fløtum, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Kappingin er fyri allar deildir frá level 0, sum er tey 5 ára gomlu og upp til mans- og kvinnuunglingar.
Í ungdómsdeildum verður kappast um pláss í steypafinaluni, og tí er serligur spenningur um júst hesa kapping, og hevur tað týdning, at øll hava møguleika at luttaka.
Í kvøld eru tað G19 og D17, sum spæla, leygardagin eru tað flogbørn, G16 og mans- og kvinnuunglingar. Eftir at hava stýrt millum skerini í mun til koronatilmæli, sær tað kortini ikki út ti at vera størsta avbjóðingin, heldur er tað veðrið, ið kann verða ein forðing.
– Í løtuni er ivamál, um til ber at fara í gongd, men vónandi eydnast. Feløgini verða kunnaði, um broytinar vera vegna veður, siga fyriskipararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald