Fyrrapartin verður Høllin á Hálsi í Havn karmur um seinastu ungdómsfinaluna og seinnu FM-finaluarnar í meistaradeildini í flogbólti.
Tá verður tað dysturin millum B71 og Ternuna í bólkinum gentur 14 b, sum verður á skránni. Dysturin byrjar klokkan 11, og verður hann stroymdur á Flogbóltsvarpinum á YouTube. Fylgjast kann við her.
Seinnapartin verða seinnu FM-finalurnar í meistaradeildini hjá bæði kvinnum og monnum leiktar.
Kvinnufinalarn millum SÍ og Drátt verður klokkan 15, og mansfinalan millum Mjølnir og ÍF verður klokkan 18. Tá fyrru finalurnar vórðu leiktar hósdagin var tað SÍ-kvinnurnar, sum vunnu 3-0 á Drátti, meðan menninir hjá Mjølni vunnu 3-1 á ÍF.
Myndir frá hósdegnum síggjast her:
Dystirnir seinnapartin verða stroymdir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Fylgjast kann við her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald