Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum tóku øll á bóli, tá teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0 við settúrslitunum 25-15, 25-21 og 25-15.
Hetta var fyrsti dysturin í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Føroyska liðið spældi skjótt spæl við høgum tekniskum støði. Svøríki royndi við ymiskum uppstillingum og spælihátti at bróta rútmuna hjá føroyska liðnum, men hetta eydnaðist ongantíð.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroysku U 17 dreingirnir hava vunnið á Svøríki.
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi. Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.
Á middegi í dag skal liðið spæla ímóti Onglandi – dysturin kann síggjast beinleiðis á VolleyTV
Færoyska liðið er mannað av hesum spælarum:
Fleyr: Jónfinnur Jógvansson Hansen, Mattias Nolsøe Isaksen, Tórur Paulason, Hørður Joensen
SÍ: Hjørtur Joensen, Bjarni Joensen, Silas Poulsen, Ragnar Weihe, Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen, Julian Vest Niclasen, Jón Weihe Simonsen
Mjølnir: Dávið Hentze
Venjarar: Rajko Petrovic og Hans Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald