Annað

Flogbóltur: U20-kvinnurnar farnar til Finnlands í morgun

Skulu spæla undankapping í fyrstu atløgu móti Svøríki, Danmark og Onglandi.

2023-10-26 08:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og mennirnir, skulu kvinnurnar luttaka í undankappingini í Rovaniemi í Finnlandi fyri U20 landslið og í U19 kappingingi fyri NEVZA økið, sum er norðurlond og Ongland.

Føroysku U20-kvinnurnar eru komnar í innleiðandi bólk saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Føroyar leika fyrsta dystin í morginárið klokkan 8 føroyska tíð ímóti Svøríki.

Næsti dysturin verður leiktur klokkan 14 føroyska tíð. Vinna Føroyar á Svøríki skal leikast um fyrsta plássið í bólkinum ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Danmark og Ongland. Um Føroyar hinvegin tapa, skal leikast um triðja plássið í bólkinum í móti taparanum av sama dysti.

Fjórðingsfinalur, hálvfinalur og fyrstu plaseringsdystirnir verða síðani leiktir leygardagin, ímeðan finalur og síðstu plaseringsdystirnir verða leiktir sunnudagin.

Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19. Kostnaðurin er 16,9 evrur fyri alla kappingina.

Høvuðsvenjarin, Annika á Stongum, og hjálparvenjarin, Veselin Ðurovic, hava úttikið hesar kvinnur til dystirnar:

1. Anja Sólja Niclasen SÍ
2. Ása Thorkildshøj, KÍF
3. Brima Sólstein, Fleyr
4. Lív Bára Hansen, Fleyr
5. Marita Heinadóttir, Fleyr
6. Nicola Toftegaard, Mjølnir
7. Sofía Edvinsdóttir, SÍ
8. Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen, SÍ
9. Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
11. Sofía Weihe Simonsen, SÍ
15. Miriam Karlsdóttir Johannesen, Fleyr
16. Bára Leonsson Mouritsen

Les eisini: U20 landsliðið hjá monnum klárt til undankapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder