Í døgunum 27. til 29. oktober leikar U20 landsliðið hjá monnum CEV-undankapping í Rovaniemi norðralaga í Finnlandi.
Hendan undankappingin er samstundis U19 NEVZA-kapping, so talan er í veruleikanum um eitt U19- og eitt U20-landslið – alt eftir um mált verður eftir aldursbólkinum til CEV undankappingina, har finaluranr verða leiktar í 2024, ella um mált verður eftir NEVZA kappingini, sum verður leikt nú í 2023.
NEVZA kappingin er á hvørjum ári, ímeðan undankappingin verður skipað annaðhvørt ár.
Føroyska liðið er komið í ein sera sterkan innleiðandi bólk, og skal fríggjadagin leika ímóti Svøríki og Finnlandi. Fyrsti dysturin verður longu klokkan 8 finnska tíð ímóti Svøríki. Hetta er kl.okkan 6 føroyska tíð.
Næsti dysturin er ímóti sera sterka liðnum úr Finnlandi. Hesin dysturin verður klokkan 12 føroyska tíð.
Fjórðingsfinalur og hálvfinalur verða síðani leygardagin 28. oktober og finala og plaseringsdystir sunnudagin 29. oktober.
Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19 , har tað tó kostar 16,9 evrur fyri alla kappingina.
Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog tíðliga hósmorgunin. Hetta er annars síðsta ferðin á hesum sinni, at U19/U20 kappingarnar verða í Rovaniemi, tí frá 2024 verða hesar kappingar skipaðar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald