Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Annar er HB’ari av uppruna, og hin er bløðandi B36’ari. Báðir hava havt leiklut í Fótbóltssambandinum seinastu árini, og hava í hesum døgum stóran leiklut kring A-landsliðið við monnum.
30-ára gamli Eli Nolsøe Leifsson hevur lisið ítrótt í Keypmannahavn. Oyrasundsbúgvin hevur tó havt uppgávur fyri FSF sum fysiskur venjari og verið fitt í Føroyum.
Eli hevur verið fastur sum kropsligur venjari hjá kvinnulandsliðnum og roynir seg seg nú við A-landsliðnum hjá monnim. Hetta er spennandi, og uppgávan, sum hann greiðir nærri frá í prátinum, fevnir víða ein slíkan landsliðstúr.
Í landsliðsleguni er lagið sum vera man gott eftir sigurin í Armenia í gjár. Tað staðfesta Eli Leifsson og Ingi Arge. Síðstnevndi er tann, sum hevur verið við at syrgja fyri, at man sleppur til Skopje, har vit vóru á veg til undir prátinum, og annars staðið fyri nógvum praktiskum í sambandi við ferðina.
24-ára gamli havnarmaðurin hevur leiklutir í B36, sum hann hevur verið knýttur at meginpartin av lívinum. Ingi er í fulltíðarstarvi hjá FSF, har hann nú er í bólkinum, sum hevur landsliðssamskipan undir hond. Hann hevur eisini samstarvað við Bárð Lava Olsen, liðleiðara á landsliðnum, og verið við A-landsliðnum fyrr sum júst liðleiðari og kennir tí nakað til umstøðurnar.
Hoyr hvat teir báðir siga um sínar leiklutir:
Landsliðið er júst lent í øllum góðum og hevur venjing í norðurmekedónska høvuðsstaðnum í kvøld. Seinasta uppgávan í Nations League 2024 verður í Skopje sunnudagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald