Fótbóltur

Flottur føroyskur sigur í Finnlandi

Føroyar høvdu sjáldan trupulleikar við at koma til upplagdar møguleikar og vunnu 35-25 í venjingardystinum í dag. Liðini spæla aftur í morgin.

Súna Krossteig Hansen gjørdist stóri spælarin hjá Føroyum. Bakspælarin var toppskjútti við átta málum og vísti stórar dygdir í álopsspælinum - her í 21-19 sigrinum á Finnlandi í juni 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen gjørdist stóri spælarin hjá Føroyum. Bakspælarin var toppskjútti við átta málum og vísti stórar dygdir í álopsspælinum - her í 21-19 sigrinum á Finnlandi í juni 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein stórur dagur í Finnlandi í dag, tí landið nú formliga er limur í verjusamgonguni Nato. Fyri føroyingar í Helsinki í dag snúði tað seg um hondbólt, tí venjingarlandsdystur var á skránni í finska høvuðsstaðnum. Hesin sum umráðandi liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, ið byrjar í heyst.

Føroysku kvinnurnar vísti í ein mun, at man er á veg fram. Hóast talan var um venjingardyst, so var nógv størri munur á Føroyum og Finnlandi nú, enn í HM-undankappingardysti í Høllini á Hálsi í juni 2021. Tá vunnu okkara við tveimum - hesaferð var munurin tíggju mál.

Tað byrjaði annars javnt, og vertirnir vóru í løtum fyrsta korterið á odda. Nakrar tekniskar villur og brend skot ávirkaðu føroyska spælið, og tær hjá Finnlandi sluppu í summum førum ov lætt til skot.

So kom uppaftur betur tamarhald á í verjuni: Finsku skjúttarnar vórðu órógvaðir væl, og Annika Fríðheim Petersen hevði nógvar bjargingar. Í álopinum kom av álvara flog á, og finsku viðmerkjararnir (ið tosaðu svenkst) høvdu ofta á tungu, hvussu skjótt og væl føroyska liðið spældi. Sum heild róstu teir nógv føroyska liðnum og føroyskum hondbólti.

Fýra mál vóru á muni í steðginum. Finnland fekk skjótt minkað munin niður til tvey eftir steðgin, men so gekk afturfyri skjótt aftur hinvegin. Rakul Wardum vardi málið eftir steðgin, og hóast skiftandi verjusamansetingar so eydnaðist verjuspælið sum heild væl.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen (t.v.) gjørdi bart í serliga álopspartinum - Brynja Høj er aftur á A-landsliðnum og vísti sín týdning í serliga miðverjuni (Mynd: HSF)

Stóri munurin var, hvussu lætt føroyska liðið hevði við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar: Um tað var mitt fyri ella av vonginum. Skjótar føtur, góð gjøgnum brot og ofta trygg skot vóru nakrir av lyklunum til, at Føroyar eftir steðgin skoraðu 19 ferðir.

Súna Krossteig Hansen var í hopla og gjørdist toppskjútti, men so nógvar bjóðaðu seg til. Liðfelagin í Ajax København av høgra vongi, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, var trygg, og hinumegin brendu Olsen-systrarnar úr Vestmanna bert eitt skot av níggju samanlagt. Tann yngra er Rannvá Olsen, ið framvegis spælir í barndómsfelagnum: Hon spældi seinna hálvleik og skoraði seks ferðir.

[object Object]
20-ára gamla Rannvá Olsen stóð seg heild væl, tá hon avloysti eldru systrina á vinstra vongi. Vestmannakvinnan skoraði seks mál uppá sjey skot (Mynd: HSF)

[object Object]

Ingibjørg Olsen, Maria Pálsdóttir Nólsoy og Rannvá Olsen ávegis til Finnlands (Mynd: HSF)

[object Object]
Sonja Sirdal á Bergi stóð seg væl, tá hon kom á vøllin eftir steðgin (Mynd: HSF)

Stuttligt var eisini, at Sonja Sirdal á Bergi úr Stjørnuni skoraði tríggjar ferðir uppá trý skot í sínum fyrsta A-landsdysti.

Samanumtikið eydnaðist spælið væl, og føroyska liðið kann nýta hendan venjingardystin til heilt nógv. Finnland er styrkismett nøkur pláss aftanfyri Føroyar, og dysturin í dag boðar frá góðum í mun til at basa mótstøðulið úr niðasta styrkisbólki í komandi EM-undankapping.

Føroyar og Finnland spæla aftur venjingardyst í morgin. Dysturin byrjar klokkan 16, og kann stroymast á handis.tv.


Venjingardystur
Týsdagin 4. apríl, Helsinki

Finnland - Føroyar 25-35 (12-16)

Dystargongdin
5 min: 2-3
10 min: 4-4
15 min: 8-7
20 min: 8-11
25 min: 9-13

35 min: 14-18
40 min: 16-21
45 min: 18-25
50 min: 22-27
55 min: 24-32

Málskjúttar: 
Súna Krossteig Hansen 8 (2)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6
Rannvá Olsen 6
Ingibjørg Olsen 3
Jana Mittún 3
Sonja Sirdal á Bergi 3
Guðrið á Borg 1
Pernille Brandenborg 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1 (1)
Natasja Hammer 1
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1

Vár B. Zachariasen og Brynja Høj spældu eisini. Teir høvdu týðandi leiklut - serliga í miðverjuni

Dagsins spælari: Súna Krossteig Hansen

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 11
Rakul Wardum 7

Útvísingar
Finnland 4
Føroyar 3


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder