Vit eru í seinnu hálvu av november, og eins og í fjør fyrieika summi feløg seg til seinastu dystirnar á árinum.
Eins og í 2020 skulu B36 og Víkingur stríðast um annað finaluplássið í kappingini um Løgmanssteypið og HB og NSÍ um hitt. Hesuferð verður tó talan um ein heimadyst og ein útidyst hjá hvørjum liðið og ikki ein dyst á uttanveltaðum vølli.
Í fjør spældu tey hálvfinalu við Løkin í Runavík (Mynd: Sverri Egholm)
B36 og Víkingur skuldu seta hálvfinalurnar í gongd leygardagin klokkan trý, men orsakað av at veðurforsøgnin - vegna høgætt í Gøtu, sum B36 skrivar á síðu sínari - til leygardagin ikki er so góð, so er dysturin fluttur eitt samdøgur. Slíkt kann koma fyri, serliga hesa tíðina á árinum, og harvið verða báðu fyrru hálvfinalurnar samstundis; avspark á Tórsvølli og í Sarpugerði verða klokkan 15 sunnudagin.
Fyrr í dag boðaði Televarpið frá, at báðir dystirnir verða vístir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald