Fótbóltur

FM-avgerðin kann falla í kvøld

Um HB vinnur á NSÍ, og KÍ ikki vinnur í Sarpugerði, so er HB føroyameistari. Týdningarmikil stig í Evropa-stríðnum eru eisini uppá spæl.

Seinast NSÍ var á Tórsvølli endaði tað við sannførandi sigri til heimaliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast NSÍ var á Tórsvølli endaði tað við sannførandi sigri til heimaliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini verða leiktir í kvøld, og tað kann gerast eitt stórt kvøld - serliga fyri HB, ið er á gáttini til sítt 24. FM-heiti.

Liðið hjá Jens Berthel Askou hevur havt eitt frálíkt kappingarár og kann enda við 73 stigum. Tað er sama stigatal, sum HB fekk undir Heimiri Guðjónssyni í 2018, tá met varð sett fyri flest stig nakrantíð í fremstu mansdeildini. Málmunurin hjá hesum HB-liðnum er í løtuni 14 mál betri, enn hann var í 2018.

Fyri tveimum árum síðani var NSÍ annað av liðunum, ið vann á HB - KÍ var hitt liðið. Á ólavsøku endaði tað 2-0 til NSÍ, og tað gjørdi tað eisini 22. juni í ár, tá HB vitjaði við Løkin og tapti fyri fyrstu ferð í ár. Síðani hevur HB vunnið allar dystirnar, undantikið tann í Klaksvík 12. september.

[object Object]
KÍ hevur staðið seg væl í dystunum móti HB men hevur mist aðrastaðni (Mynd: Sverri Egholm)

Júst KÍ hevur best møguleika at fáa fatur á HB. Um NSÍ megnar at vinna á Tórsvølli í kvøld, og KÍ vinnur í Sarpugerði, so er avgerðin aftur í hondunum hjá KÍ eisini, tó at liðið hjá Mikkjal Thomassen skal heinta eitt sindur inn í málmuni áðrenn seinasta leikdag, har HB vitjar í Klaksvík. fyri at gera tað heilt spennandi. Í løtuni er málmunurin +54 (HB) og +44 (KÍ), og HB hevur skorað tíggju mál fleiri.

Um NSÍ fær stig í hús í kvøld, kann tað fáa stóran týdning fyri evropeiska stríðið - stríðið um 2. plássið - ið stendur millum NSÍ, KÍ og B36, sum er nakað aftanfyri og sum í kvøld vitjar ÍF. Tó ikki í Fuglafirði men í Klaksvík. Hetta er tí, at ljósviðurskiftini í Fløtugerði ikki eru nóg góð. 

Vit verða til staðar á Tórsvølli, har vit hava ymiskt tilfar. Vit dagføra beinleiðis frá øllum dystunum.

Í kvøld - 28.10
17.00: HB - NSÍ (Útsettur frá 19. umfari)
18.00: Víkingur - KÍ (Útsettur frá 23. umfari)
19.30: ÍF - B36 (Útsettur frá 19. umfari - verður leiktur í Klaksvík)

Støðan í Betri deildini

1. HB (64 stig) 24 dystir
2. NSÍ (57 stig) 24 dystir
3. KÍ (55 stig) 23 dystir
4. B36 (53 stig) 24 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 24 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder