Árið 2020 hevur verið eitt sermerkt ár. Korona kollvelti samfelagið og gerandisdagin, og skapti hetta nógvar nýggjar avbjóðingar. Hetta er eisini galdandi fyri føroyska telving og skipan av kappingum, men nýggjar avbjóðingar merkja nýggjar loysnir.
Vanliga hevur FM verið avgreitt um páskirnar, tá flestu fólk hava frí, og stundir at telva, men hesuferð verður FM fyri einstaklingar á fyrsta sinni á sumri.
Kappingin er løgd yvir tvey vikuskifti, 7.-9. og 14.-16. august. Hetta merkir, at telvað verður eftir arbeiðstíð fríggjadag og síðani telvað leygardag og sunnudag. Kappingin fevnir sostatt framvegis um 7 umfør og bjóða fyriskiparnir ábit millum 2. og 3. umfar leygardagin 8. august og eftir seinasta umfar sunnudagin 16. august.
Landsliðsbólkurin verður mannaður av 8 teimum hægst styrkismettu telvarunum og telva hesir umframt FM heitið og virðislønir, eisini um rættin at umboða Føroyar í Small Nations kappingini fyri einstaklingar og at gerast partur av OL liðnum hjá Føroyum. FM vinnarin vinnur nevniliga rættin at umboða Føroyar bæði til Talv OL og gerst føroyska umboðið í Small Nations kappingini.
1. bólkur verður mannaður av 8 teimum næstu telvarunum og restin telvar í almenna bólkinum. Fyri royndar unglingar verður Unglingabólkurin, har telvað verður um heitið Unglingaføroyameistari 2020.
Á fyrsta sinni verður eisini boðið til óalment FM fyri børn. Hendan kappingin er sunnudagin 16. august og er fyri børn og ung í skúlaaldri uttan styrkistal. Telvað verða 7 umfør við umhugsunartíð á 15 min.
FM fyri veteranar, telvarar ið eru 50 ár ella eldri, verður hildið leygardagin og sunnudagin 15.-16. august. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek. pr. leik. Hendan kappingin skapar mangan stóran áhuga og stuttligt er at síggja fleiri av eldru ímyndunum av føroyskari telving setast við talvborðið í kapping aftur.
Hesar báðar kappingar eru treytaðar av nóg stórari luttøku.
Fleiri upplýsingar kunnu síggjast á heimasíðu Talvsambandsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald