
Ríðibreytin hjá Vága Ríðingarfelag við flúgvarabedingin verður pallur fyri fyrstu FM kappingina í kappríðingina í ár.
Kappingin verður leygardagin klokkan 15, og kappast verður sum vant í fimm greinum – Skeið, Tølt, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.
Undan fyrstu kappingina er altíð spenningur um, hvørji ross vera við hesa ferð. Stórar broytingar hava verið seinastu árini, serliga í Tvíspor vaksin, har eitt ættarliðsskifti hevur verið, og ung reiðfólk hava tikið yvir frá teimum meira tilkomnu.
Seinastu tvey árini hava tvær heilt ungar kvinnur vunnið FM í hesum bólkinum, og nú verður spennandi, um onkur av teimum meira vaksnu klára at svara aftur, ella um tey ungu ætla sær at halda fast um sigursgongdina.
í 2023 vann Ása Bárðardóttir FM og í 2024 var tað Silja G. Eystberg.
Ríðisamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald