Annað

FM í talvi: Høgni Egilstoft vinnur alt

Vágamaðurin er á odda við fullum stigatali eftir fýra umfør í Klaksvík. Luitjen Akselsson Apol er tó í hølinum - næsta umfar er á skránni í dag.

2025-04-16 07:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FM í talvi (einstaklingar):  Aftur í gjár vann Høgni Egilstoft Nielsen eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Eliasi Petersen, sum hevur fjórðhægsta styrkistalið í kappingini og sum áðrenn kappingina kundi roknast sum ein vandamikil outsidari. Men har var eingin ivi.

Elias valdi ein Karokann, og alt gekk leingi eftir ætlan. Jøvn støða, nógvar avbýtingar og útlit fyri javnleiki. Men brádliga vann Høgni sær meiri pláss á borðinum og Elias var trýstur aftur í defensivin. Báðir høvdu rók og bispapar. Men fólkið hjá Høgna stór aktivari. Aftaná nógv dammarí aftur og fram var spurningurin, um Høgni fór at megna at bróta ígjøgnum verjumúrarnar hjá Eliasi.

Tað eydnaðist Høgna at undirminera finnustøðuna frúgvamegin og fáa eina vandamikla frífinnu á c linjuni. Júst tað finnuna offraði Høgni fyri at fáa sín kong inn í støðuna Elias og tað endaði við, at hann fekk tvær frífinnur, eina á e linjuni og eina á g linjuni og so kollapsaði støðan hjá Eliasi umsíður í dagsins longsta talvi. Høgni hevur í hesu kapping víst seg sum ein meistara í "grinding", júst sum Magnus Carlsen er kendur fyri.

Við svarta fólkinum vann Luitjen Akselsson Apol eisini í góðum stíli móti Haldur Suna Johansen. Aftana byrjanina, sum var ein Najdorf í sissilionskum, sum nakað inn í miðspælið var púra jøvn, byrjaði Luitjen at damma eitt sindur betur enn Haldur Suni og fekk eina lítla yvirvág. Um Haldur í 21. leiki hevði sæð tað snilda 21. Bg4!, hevði støðan framvegis verið púra jøvn. Men í komplikatiónunum frá miðspælinum og út móti endaspælinum misti Haldur fyrst eina finnu og brádliga kom eisini ein maður at hanga, og talvið var fokið.

Í gjár fingu vit ein nýggjan mann uppá triðja pláss í kappingini. Tað var Hans Kristian Simonsen sum koppaði Petur Gardar Magnussen. Hetta tí at Petur í 34. og sínum seinasta leiki í talvinum bukkaði, tá hann spældi riddaran av f1 til d2. Hans Kristian var skjótur at smekka rókin á d8 og binding oman eftir d linjuni var drepandi.

Heðin Gregersen og Wille Olsen telvaðu ein fransmann, sum meira ella minni var innanfyri remis markið alt talvið. Eitt rímuliga presist talv, sum endaði við hálvum stigi í part.

Eftir 4. umfar koyrir altjóða meistarin og rating favoritturin enn við 100 prosents effektiviteti: Fýra stig av fýra møguligum.

Beint í hølunum á Høgna Egilstoft heldur Luitjen ferðini uppi og liggur einans hálvt stig aftanfyri.

Longu nú bíða vit í stórum spenningi eftir tí síðsta umfarinum langa fríggjadag, tí tá kann talan gerast um eitt satt endabrak, har vinnarin kann fara av stað við FM tittuli, steypi og heiðuri.

Støðan eftir 4. umfar í FM hjá einstaklingum:

1. Høgni Egilstoft 4 stig

2. Luitjen Apol 3,5 stig

3. Hans Kristian Simonsen 2,5 stig

4. Elias Petersen 2 stig

5. Petur Gardar Magnussen 1,5 stig

6-7. Wille Olsen 1 stig

6-7. Heðin Gregersen 1 stig

8. Haldur Suni Johansen 0,5 stig

Í dag fær Høgni við svarta fólkinum Hans Kristian. Hóast Høgni er stórur favorittur, so hevur Hans Kristian av og á víst seg sum ein favorit killara, so vit fáa at síggja hvussu leikur fer.

Luitjen møtir við tí hvíta fólkinum Petur Gardar og má sigast at vera stór favorittur í tí uppgerðini.

Wille fær við hvíta fólkinum Haldur Suna, og er tað eitt slag av eini grannauppgerð.

Fjórða talvið er ein uppgerð millum Elias við hvíta fólkinum og Heðin. Vit rokna við at báðir er rættuliga svangir eftir tí fulla stiginum, so tað kann væl gerast eitt rættuligt kamptalv.

Hetta fimta umfar verður sum vant telvað á Skúlatrøð í Klaksvík og byrjar klokkan 17. Almenningurin er vælkomin á gátt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder