placeholder
Fótbóltur

FM-royndirnar eru í B36

Fleiri leikarar hjá B36 hava verið partur av føroyameistaraliðum – hjá KÍ eru tað bert eykamálverjarnir, ið hava roynt at vunnið gull í fremstu røð.

Lukasz Cieslewicz, her í dysti í Klaksvík í august, hevur vunnið trý FM-heiti síðani hann kom til B36 í 2011 (Mynd: Sverri Egholm)

Lukasz Cieslewicz, her í dysti í Klaksvík í august, hevur vunnið trý FM-heiti síðani hann kom til B36 í 2011 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann stóra FM-finalan nærkast. Avgerandi dysturin í Gundadali verður leygardagin klokkan 15. B36 skal vinna – KÍ hevur nóg mikið við javnleiki.

Um hugt verður eftir hópunum, so er ein greiður munur, tá tað kemur til talið av FM-heitum. Hjá B36 hevur væl yvir helmingurin av leikarunum, ið hava leikt meginpartin av dystunum fyri felagið í ár, vunnið FM.

Føroyameistarheiti við B36:  
Lukasz Cieslewicz 3 FM (2011, 2014, 2015)
Andrias Eriksen 2 FM (2014,2015)
Eli Falkvard Nielsen 2 FM (2014,2015)
Benjamin Heinesen 2 FM (2014, 2015)
Alex Mellemgaard 2 FM (2014,2015)
Jónas Tór Næs 1 FM (2015)
Bjarni Petersen 1 FM (2015) – Ungi verjuleikarin fekk ein dyst, sína debut, seint hetta kappingarárið. Umframt hann var Hannes Agnarsson partur av hópinum í eina tíð, men spældi ongan dyst hetta árið

Leikarar í núverandi B36-hópi við FM-gulli vunnin aðrastaðni:
Erling Jacobsen 2 FM (Víkingi í 2016 og 2017)
Símun Rógvi Hansen 2 FM (HB í 2009 og 2010)
Hans Jørgensen 1 FM (HB í 2013)

Harvið er talan um 18 FM-heiti tilsamans: 13 í B36 og fimm aðrastaðni. Hetta er alt talan um leikarar, ið allarhelst fáa ein leiklut leygardagin. Annar málverjin byrjar sjálvsagt á bonkinum. Hans Jørgensen hevur leikt 21 dystir í Betrideidlini í ár og latið 18 mál inn, men Símun Rógvi Hansen hevur leikt tveir teir seinastu dystirnar.

[object Object]
Hans Jørgensen og Símun Rògvi Hansen kappast um málmansplássið

Øðrvísi er hjá KÍ. Har hevur eingin útileikari verið við til at vunnið føroyameistaraheiti. Tað eru tjúgu ár síðan,i KÍ vann seinast, og eingin av leikarunum ið hava verið í øðrum føroyskum feløgum hava vunnið har. Av útlendsku leikarunum er hetta annað árið hjá Deni Pavlovic og Boris Dosljak og tað fjórða hjá Semir Hadzibulic, ið saman við fimm øðrum leikarum var á vøllinum í steypafinaluni í 2016, tá KÍ vann á Víkingi. Talan er um Kristian Joensen, Ísak Simonsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Páll Andrasson Klettskarð. Tískil er hetta fyrstu ferð, at KÍ-leikararnir standa í einum dysti, har teir sjálvir kunnu avgerða FM.

[object Object]Jóannes Bjartalíð og hinir í bláu kunnu vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Tó kann Geza Turi koma á vøllin. 45-ára gamli málmansvenjarin vann føroyameistaraheiti við Vìkini í 2016 og 2017. Hann hevur verið eykamálverji síðani Meinhardt Joensen, ið spældi tríggjar teir fyrstu dystirnar í ár, gjørdist skaddur í summar. Meinhardt var málverji á FM-vinnandi liðnum hjá B36 í 2011.


[object Object]Mikkjal Thomassen og KÍ-bonkurin fegnast um sigurin í Sarpugerði fyrr í mánaðinum. Nú skal hann royna at vinna FM móti sínum gamla felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Hjálparvenjarin hjá KÍ, Atli Danielsen, spældi undir Mikkjal Thomassen í B36 í 2011. Tá var Jákup á Borg ein lyklaleikari, og hann hevur vunnið heili sjey FM-heiti sum leikari. Fimm við B36 og tvey við HB. Nú skal Jákup, ið fyllur fyllur 40 ár leygardagin, royna at vinna sítt fyrsta føroyameistarheiti sum høvuðsvenjari. 

[object Object]
Jákup á Borg fegnaðist í Klaksvík, tá B36 vann 2-0 har í august. Spurningurin er um hann kann fegnast í Gundadali leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder