Fótbóltur

FM1: Siga frá oddabraki og botnbraki - taka samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30

KÍ - NSÍ klokkan 15.00 og síðani B68 - Skála klokkan 17.15. Í kvøld klokkan 19.30 tekur Trygvi Absalonsen samanum 20. umfar við gestum.

Beint fyri klokkan 15 sita Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen til reiðar í Klaksvík, har KÍ og NSÍ spæla um oddasessin (Mynd: Sverri Egholm)

Beint fyri klokkan 15 sita Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen til reiðar í Klaksvík, har KÍ og NSÍ spæla um oddasessin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-23 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. umfar kann veruliga skilmarka oddastríðið og botnstríðið í endaspurtinum í Meistaradeildini hjá monnum.

Talan er eisini um eitt umfar, ið FM1 og Portalurin fylgja tætt.

Beint fyri klokkan 15 sita Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen til reiðar í Klaksvík, har KÍ og NSÍ spæla um oddasessin.

Eftir ógvuliga týðandi dystin í FM-stríðnum, verður sett út á Svangaskarð, har Skála vitjar til veruligt botnbrak. Brynjar Jaocbsen Poulsen og Svenn Olsen siga frá. Talan er um dyst, ið serliga B68 so at siga skal vinna.

Óhugnaliga spennandi í botninum, um Evropa-plás og møguliga eisini heilt frammi í oddinum: Alt hetta tekur Trygvi Absalonsen samanum, tá hann og Heri Simonsen hava 3. hálvleik á FM.

Her vera samrøður at hoyra, og gestir vitja: Millum annað Bergur Poulsen frá B36, sum eisini stendur á odda fyri føroysku Fótbóltskortunum. Sendingin byrjar klokkan 19.30 og verður eisini endursend mánamorgunin klokkan 09.00.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 23. august
15.00: 
HB - 07 Vestur
KÍ - NSÍ (FM1)
EB/Streymur - AB

17.15: B68 - Skála (FM1)

Hoyr eisini: Jan Andreasen og Svenn Olsen vænta KÍ vinnur oddabrakið móti NSÍ

Klokkan 19.30 í kvøld verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1

Fríggjadagin 21. august
Víkingur - B36 0-0

- Javnleikur er eitt liviligt úrslit hjá Víkingi og B36

Støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder