Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, stóð formaðurin, Brandur í Dali, fyri vali, og hann bleiv afturvaldur.
Nevndin er tí óbroytt, boðar Ríðisamband Føroya frá.
Nevndin sær soleiðis út:
- Brandur í Dali, formaður,
- Zacharias R. Jacobsen, næstformaður,
- Alexandra Kjeld, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Kristian Krosstein og Andrias Nielsen.
Heimligu kappingarnar í gonguløgum endaðu vikuskiftið 2.-4. juli við Safari FM-kapping á breytini hjá Føroyskum Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Hetta var fjórða av fýra kappingum í ár.
NM í gonguløgum verður í Svøríki í august, og landsliðið fyrireikar seg til fráferð, skrivar Ríðisamband Føroya.
Tvær av fimm FM-kappríðingum eru avgreiddar. Tvær tær komandi kappríðingarnar vera á breytini hjá Føroya Ríðingarfelagi í Havnardali – á ólavsøku og tann 15. august. Kappingarárið endar á breytini hjá Vága Ríðingarfelag vesturi í Vágum tann 29. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald