2025-04-19 14:53

Tilsamans 8 spælarar eru hetta vikuskiftið savnaðir í billardhølunum hjá Billardfelag Fuglafjarðar, har teir dystast um tvey tey seinastu finaluplássini í FM fyri einstaklingar. Frammanundan hava fýra spælarar longu kvalifiserað seg til endaspurtin. Teir báðir bestu spælararnir frá innleiðandi umfarinum koma so at spæla saman við teimum fýra bestu frá liðkappingini í ár, sum koma beinleiðis til finaluumfarið um eina viku.
Teir fýra, sum longu hava kvalifiserað seg, eru Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro, Bjarni Skaalum og Kristian Sune Høgnesen.
Luttakararnir í innleiðandi umfarinum hetta vikuskiftið eru: Jógvan Jørgensen, Urbanus Olsen, Markus Olsen, Sonhard Johannesen, Hans Jákup Kollsker, Niels Nielsen, Jákup Arnholdt Lambaa og Carsten Hansen.
Verandi føroyameistari í billard er Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri. Undan honum var Ólavur Kjølbro úr Klaksvík føroyameistari.
Portalurin fer at fylgja kappingini bæði hetta og komandi vikuskiftið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/19/gallery-thumbnail/1745067678nhpz5iiuyj.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald