Annað

Føroya Sunnasta 1/2marathon eisini avlýst

Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið vanliga er seinast í september, og sum verður runnið úr Trongisvági til Vágs velur nú eisini at avlýsa.

2020-08-15 09:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Vit hava neyvt fylgt støðuni, og tá ið okkara tiltak fevnir um fleiri aldursbólkar og fólk úr øllum Føroyum, og tað at vit hava nógv fólk at hjálpa okkum við sjálvum tiltakinum, og eisini runt í bygdunum her suðuri, so hildu vit, at tað var rætt at avlýsa, sigur formaðurin í Hvistuni, ið er felagið, ið skipar fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon.

– Fyrireikingarnar til Føroya Sunnasta 1/2marathon hava verið gjørdar eins og vit hava gjørt árini undan, men vónirnar vóru góðar til, at vit fóru at kunna halda okkara 1/2marathon, heilt til um ólavsøkuna, tá ið aftur frættist um koronasmittuna í Føroyum.

Eftir ætlan skuldi Føroya Sunnasta 1/2marathon verið leygardagin 26. september, men nú er endaliga avlýst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder