Føroya Tele og Hondbóltssamband Føroya hava longt verandi stuðulsavtaluna, sum partarnir hava havt seinasta árið. Hetta merkir, at Føroya Tele framvegis verður ein av sjónligu stuðlunum hjá Hondbóltssambandinum í 2021, boða Føroya Tele og Hondbóltssambandið frá.
Sáttmálin varð undirskrivaður mikudagin, tá Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, og Eva Skeel Nolsøe, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hittust í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Føroya Tele vil fegin vera við til at stimbra hondbóltsítróttina eftir eitt skert ár í 2020, sigur Eva Skeel Nolsøe.
– Vit hava øll saknað tiltøkini í hallunum og at kunna fylgja føroysku landsliðunum í altjóða dystum. Vit hava tó sæð HSF verið virkið á øðrum mótum við nýskapandi og spennandi loysnum, og síggja vit saman ljóst upp á 2021, sigur hon.
Gunn Ellefsen fegnast um, at Føroya Tele heldur fram sum stuðul.
– 2020 var eitt avbjóðandi ár fyri ítróttina, har virksemið var avmarkað orsakað av korona. Tess størri er tó týdningurin av at hava góðar stuðlar í rygginum, nú vit vónandi ressast aftur í 2021 og eru vit við gott mót, sigur Gunn Ellefsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald