Stóra gullveitslan hjá KÍ, sum skuldi vera í fjør og er vorðin útsett tvær ferðir, er nú endaliga avlýst. Tað hevur nevndin í KÍ gjørt av.
Nevndin sigur koronustøðuna í Føroyum vera orsøkina, og metir tað ikki vera ráðiligt at halda veitsluna.
Upprunaliga skuldi veitslan haldast 30. oktober 2021, tá landskappingin hjá monnum var av, men tá varð hon útsett tríggjar vikur. Í november varð veitslan aftur útsett til 29. januar í ár, og nú smáar tríggjar vikur eru, til hon skuldi haldast, er veitslan endaliga avlýst.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Orsøkin til, at vit hava tikið hesa avgerð er enn sum áður koronustøðan í landinum. Vit meta ikki, at tað er ráðiligt at savna so mong fólk, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.
Hann harmast stórliga um støðuna. Tummas Lervig leggur afturat, at nú er so mikið langt útliðið, at tað ber ikki til at útseta veitsluna enn eina ferð.
Tey sum hava teknað seg til veitsluna fáa pengarnar afturgoldnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald