2021-10-22 17:32
Eyðsýndi álopsleikarin hjá Føroyameistarunum, Bob Sumareh, heldur ikki fram í Klaksvík næsta kappingarár.
Áleyparin sigur við Norðlýsið, at hann ikki spælir í Føroyum í 2022.
Klaksvíkingar tryggjaðu sær meistaraheitið sunnudagin, men enn eru tvey umfør eftir at spæla. Síðsti heimadystur ímóti EB/Streymi sunnudagin, og 30. oktober hittast Víkingur og KÍ í Norðragøtu.
(Mynd: Sverri Egholm)
Og møguliga hevur Bob Sumareh spælt sín síðsta dyst fyri meistararnar. Norðlýsið skrivar, at ein afturvendandi skaði ger, at Bob er ivasamur til báðar dystirnar.
Bob Sumareh hevur skorað 14 mál fyri KÍ í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald