Fótbóltur

Føroyameistararnir skulu til Noregs

KÍ skal 3. ella 4. november spæla Champions League-dyst í Oslo. Vålerenga endaði í fjør nummar tvey í norsku deildini.

Leygardagin fekk KÍ gull og steyp handað í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

Leygardagin fekk KÍ gull og steyp handað í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-22 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast hevur í dag verið til 1. umfar í Champions League hjá kvinnum (1QR) fyri 2020-2021. 

Eins og hjá monnum verður talan um ein dyst í hvørjum umfari - mongu undanfarnu árini hava fýra lið hittst í einum landi og spælt eina ferð móti hvørjum øðrum í undankappingini.

Í KÍ varð vónað, at lutakast fyrst og fremst gav heimavøll. Í so fall hevði søga verið skrivað, tí so hevði ein Champions League-dystur hjá kvinnum á fyrsta sinni verið leiktur í Føroyum, og vøllurin í Klaksvík hevði kunnað verið nýttur.

KÍ trekti tó útivøll og skal um beint undir tvær vikur spæla í Noreg. Vålerenga úr Oslo kom úr pottinum, og dysturin verður leiktur 3. ella 4. november.

Norska deildin er styrkismett sum nummar 11 av teimum 49 luttakandi útfrá evropeiskum úrslitum - Betrideildin er nummar 40. Vålerenga endaði í fjør nummar tvey í norsku deildini og er í løtuni oddalið. Harvið verður talan um eina trupla uppgávu hjá KÍ-kvinnunum, ið vunnu FM á sera sannførandi hátt í ár - tað var fyri 19. ferð í hesari øldini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder