Nógvu koronutilburðirnir seinastu tíðina hava við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna, sum eftir ætlan skuldi vera leygarkvøldið í Badmintonhøllini.
Nevndin ger greitt, at tað snýr seg um heilsuna hjá fólki, og við verandi koronustøðu er løtan ikki tann rætta til at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, sum annars var lagt upp til, nú bæði kvinnurnar og menninir í Betrideildini eru føroyameistarar, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)
- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, og leggur afturat, at nú ræður um at hava tol, meðan bíðað verður eftir, at tamarhald aftur er á koronustøðuni.
Ársveitslan hjá KÍ verður sostatt hildin leygarkvøldið 20. november í Badmintonhøllini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald