Annað

Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting 2020 skal finnast

Um vikuskiftið byrja føroyameistarakappingarnar í leirdúgvuskjóting..

2020-08-14 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Byrjað verður við at kappast trap, og næsta vikuskiftið, 22. - 23. august, verður kappast í skeet.

Báðir dagarnir í trap, verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Fyrri dagur í skeet verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagin eftir verður skotið á Sandvíkum.

Í morgin verður byrjað klokkan 9, og sunnudag verður byrjað klokkan 13. Umleið klokkan 16 sunnudagin, er greitt hvør er føroyameistari.

Afturrat heiðrinum at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder