Teir høvdu ein spælskipara á miðvøllinum, ið Real Madrid síðst í august keypti fyri 30 milliónir evrur. Málskjúttin hjá teimum skoraði fyri stuttum móti AC Milan og hevur trý mál í fýra dystum fyri Nice í Ligue 1 í ár. Flestu veddingarfyritøkurnar høvdu Frakland sum so stóran favoritt, at tað ikki bar til at seta pening á teir - stig til Føroyar gav peningin heilt nógvar ferðir aftur.
Vit hava leikarar, sum eru lærlingar innan m.a timburarbeiði og handil, eu lesandi á Setrinum, eru studentaskúlanæmingar o.s.fr. Seks av leikarunum, ið helst høvdu byrjað inni, vóru ikki tøkir, men allir, ið vóru á vøllinum í Gundadali, sum spældu í hvítum bardust sum úlvar á skóg.
Hetta gav eisini úrslit, tí hóast risastóra franska yvirvág - høvdu bóltin yvir 70 prosent av tíðini, høvdu 30 skot mótvegis tveimum, 12 hornaspark mótvegis ongum o.s.fr - og eitt heldur óheppið franskt mál longu í 8. minutti, so fingu Føroyar stig.
Steffan Løkin gagnnýtti møguleikan hann fekk, tá fraklendingar gjørdu eitt mistak (Mynd: Bjarni Enghamar)
Tað var Steffan Løkin, ið tíggju minuttir eftir stegðin einsamallur legði trýst á eftir ein langan bólt. Illan Meslier, ið vanliga verjir malið hjá Leeds United, rakti illa, tá hann skuldi alvera stutt, B68-áleyparin fekk fatur á leysa bóltinum og úr áleið 40 metrum fekk hann júst nóg mikið av ferð á, so at bólturin kundi rulla í franska málið til 1-1.
Hóast tungt franskt trýst, hildu føroyingar fast við sera hørðum og góðum arbeiði og fingu tann flottasta javnleikin í søguni hjá U21-landsliðnum. Eitt á pappírinum skert lið, men framúr væl sett upp av Sámal Erik Hentze, ið hevur fingið stig í fimm útav níggju dystum sum U21-venjari.
Føroyar - Frakland 1-1 (0-1)
8’ Amine Gouiri 0-1
55’ Steffan Ábrahamsson Løkin 1-1
Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Frakland U21
Her sært tú málið hjá U21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald