Fótbóltur

Føroyar framvegis á sama plássi

Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA er júst kunngjørdur, og har sæst, at Føroyar framvegis eru nummar 107 av teimum 210 limalondunum.

(Mynd. Jens Kr. Vang)

(Mynd. Jens Kr. Vang)

2020-12-11 20:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað er okkurt, ið bendir á, at føroyska A-landsliðið við monnum fer at møta sterkari mótstøðu í komandi HM-undankapping, har Føroyar eru komnar í bólk F, saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova.

Um vit hyggja at nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA sæst, at serliga tvey av okkara mótstøðulondum í komandi undankapping eru ímillum tey fremstu. Danmark er á 12. plássi, Eysturríki á 23. plássi, meðan Skottland í løtuni er nummar 48 á listanum hjá FIFA.

Ísrael, sum Føroyar spældu ímóti í undankappingini til HM í 2006, eru á 87. plássi, tjúgu pláss framman fyri Føroyar, sum eru nummar 107.

Og síðan er tað Moldova. Moldovar hava júst spælt í Deild C í UEFA Nations League, og endaðu har aftast í sínum bólki við einum stigi. Hetta merkir kortini ikki, at teir flyta beinleiðis niður í Deild D. Í staðin skal Moldova spæla ein Play-Off dyst móti einum av hinum londunum í Deild C, ið eisini endaði á 4. plássi í bólkinum.

Tvey lond flyta niður úr Deild C, har tey avloysa Føroyar og Gibraltar, ið flyta upp úr Deild D, og sum verða at finna í Deild C í næstu UEFA Nations League kapping.

Men hyggja vit eftir styrkislistanum, so eigur Moldova at vera eitt mótstøðuland, ið fyri føroyska landsliðið er til at tosa við. Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Moldova á 177. plássi. Til samanberingar kann nevnast, at Malta er nummar 176 á listanum.

Moldovar skulu kortini undir ongum umstøðum undirmetast, og um hugt verður eftir heimligu kappingini í Moldova sleppa vit ikki undan at nevna FC Sheriff, ið seinastu tíggju árini hevur tikið lut í Europa League bólkaspælinum fýra ferðir.

Håkan Ericson er tískil fult greiðir yvir, at mótstøðan verður sterk í komandi undankapping, men kortini er tað ikki nakað, ið ræðir landsliðsvenjaran.

– Hetta er ein spennandi og áhugaverdur bólkur, við nøkrum londum, sum eg meti hava hvør sín spælistíl. Vit skulu sjálvandi trúgva uppá, at vit hava ein møguleika í øllum dystunum, men tað verður torført, eingin ivi um tað.

– Onkuntíð síggja avbjóðingar ómøguligar út. Men tá man síðan hevur hugt nærri at uppgávuni, byrja møguleikarnir at síggjast, og tað er hesum møguleikum vit skulu fara eftir, segði Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF, tá lutakastið hevði verið.

Føroyska liðið spælir fyrsta dystin í komandi HM-undankapping tann 25. mars, á útivølli móti Moldova.

FIFA-listin (10. desember 2020)
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Spania
7. Argentina
8. Uruguai
9. Meksiko
10. Italia

12. Danmark

20. Svøríki
23. Eysturríki

44. Noreg
46. Ísland

53. Grikkaland
54. Finnland

87. Ísrael

107. Føroyar

151. Andorra

176. Malta
177. Moldova

210. San Marino

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder