Fótbóltur

Føroyar hava framvegis greiða leiðslu í bólkinum

Andorra og Malta spældu málleysan javnleik, og harvið eru tað framvegis bert føroyingar, ið hava vunnið í bólki 1 í deild D.

Lettland og hini londini megna ikki at koma heilt tætt uppá Føroyar á stigatalvuni (Mynd: Sverri Egholm)

Lettland og hini londini megna ikki at koma heilt tætt uppá Føroyar á stigatalvuni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-10 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini í bólkinum halda fram við at laga seg væl hjá føroyingum. Við javnleikinum móti Lettlandi, sum hevur verið sterkasta mótstøðuliðið higartil, á Tórsvølli í kvøld halda Føroyar frástøðuna niður til teir. Hon er fýra stig, og eftir dystin í Andorra er greitt, at hvørki Andorra ella Malta eru komin tættari eftir

Eins og í Lettlandi í fyrsta umfari, helt Andorra mótstøðuliðnum frá at skora, tá Malta vitjaði í kvøld. Harvið er tað framvegis bert hegnisliga, og eitt sindur hepna, málið hjá Klæminti Andrassyni Olsen í Andorra, sum er farið ígjøgnum hjá liðnum higartil, og av tí at Andorra heldur ikki skoraði, so eru tað framvegis bert Føroyar, ið hava vunnið ein dyst í bólkinum.

Hini trý liðini hava spælt javnleik ímóti hvørjum øðrum, meðan Føroyar hava fingið tveir sigrar. Liðið hjá Håkani Ericson er ósigrað - tað er Lettland eisini, men allir dystirnir hjá baltiska liðnum eru endaðir við javnleiki. Lettland skal týskvøldið royna at basa Malta í Riga - Føroyar eru greiðir favorittar móti Andorra á Tórsvølli, hóast Andorra er eitt trupult at skora ímóti hjá smærri tjóðum. 

UEFA Nations League deild D

Úrslitini í kvøld (10/10)
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
24' Janis Ikaunieks 0-1
28' Odmar Færø (Jóannes Bjartalíð)

Andorra - Malta 0-0

Støðan eftir 3. umfar:

Føroyar (7 stig)
Lettland (3 stig)
Malta (2 stig)
Andorra (2 stig)

Týsdagin 13/10: 
Føroyar - Andorra (19.45)
Lettland - Malta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder