Hondbóltur

Føroyar hava vunnið tvær ferðir á Fraklandi í ungdómsendaspølum

Tað gjørdu 04- og 05-árgangirnir í fjør og í 2022. Har var Hjalti Mohr Jacobsen annar av venjarunum, og hann verður annar viðmerkjarin til Føroyar-Frakland, sum sæst á Portalinum frá klokkan 14.30. Talan er um dyst í EM-miðumfarinum.

Hjalti Mohr Jacobsen undir dramatiska dystinum móti Fraklandi í HM-miðumfarinum í 2025. Hesin sendi Føroyar til fjórðingsfinaluna, og tað endaði við bronsu (Mynd: IHF/Kolektiff)

Hjalti Mohr Jacobsen undir dramatiska dystinum móti Fraklandi í HM-miðumfarinum í 2025. Hesin sendi Føroyar til fjórðingsfinaluna, og tað endaði við bronsu (Mynd: IHF/Kolektiff)

2026-07-13 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í U18 EM í 2022 var talan um 29-26 sigur í seinasta bólkadystinum, og í U21 HM í 2025 var talan um avgerandi dyst í miðumfarinum, sum føroyingar vunnu eftir gysara.

Sí eisini - samanumtøku úr Katowice: Føroyar feldu Frakland og skulu spæla HM-fórðingsfinalu

Føroysku 04- og 05-árgangirnir spældu tveir endaspælsdystir móti Fraklandi go vunnu báðar. Hetta er higartil einasta føroyska liðið, sum hevur vunnið á stóru hondbóltstjóðini í nýggjari tíð.

Tað var við Óla Mittún í miðdeplinum - níggju mál í sigrinum í fjør og 13 í 2022. Og so eisini spælarum sum Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Róki Ziskason

[object Object]
Óli Mittún í 29-26 sigrinum á Fraklandi í 2022 (Mynd: EHF/Kolektiff)

Liðini hittust eisini í U20 EM fyri tveimum árum síðani. Men tá var Frakland omaná og syrgdi samstundis víðari, at Føroyar ikki komu víðari úr bólkaspælinum.

Venjaraparið hjá hesum føroysku árgangununum var Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen. Og tá føroyska U20-liðið í dag spælir í EM-miðumfarinum móti Fraklandi, verður síðstnevndi annar av viðmerkjarunum.

Sí eisini: EM-miðumfar: Føroyar leggja fyri móti Fraklandi klokkan 15

Portalurin vísir dystin við upptakt frá klokkan 14.30. Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari á manslandsliðnum, og Tormóður Petursson Djurhuus vera viðmerkjarar

[object Object]
Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Gaard Joensen, Óli Mittún, Durita Rouch og onnur við HM-bronsu í fjør. Sigurin á Fraklandi var lykil til, at Føroyar komu í 1/4-finaluna. Tað verður dysturin í dag eisini, um U20-liðið skal vera millum tey seinastu átta í EM (Mynd: Sverri Egholm)

EM 2026 - miðumfar, bólkur 1
1. Sveis 2 stig
2. Týskland 2 stig
3. Frakland 0 stig
4. Føroyar 0 stig 

Liðini hava stig við, sum tey hava vunnið móti hvørjum í innleiðandi bólkaspælinum: Sveis vann á Føroyum, og Týskland hevur vunnið á Fraklandi. Tvey lið, og møguliga trý'arin, koma víðari til fjórðingsdinalurnar

Skráin fyri miðumfar okkara:
Í dag, mánadagin 13. juli
15.00: Frakland - Føroyar
17.30: Týskland - Sveis

Í morgin, týsdagin 14. juli
15.00: Sveis - Frakland 
17.30: Føroyar - Týskland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder