Fótbóltur

Føroyar í nýggjum búna

U21-landsliðið spældi í nýggjum búna frá italska klædnamerkinum Macron í gjár, og A-landsliðið verður at síggja í eins búna í kvøld..

Ari Olsen - her í nýggja landsliðsbúnanum í U21-landsdystinum á Svangaskarði í gjárkvøldið, sum Føroyar vunnu 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Ari Olsen - her í nýggja landsliðsbúnanum í U21-landsdystinum á Svangaskarði í gjárkvøldið, sum Føroyar vunnu 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-03 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá landsliðini fóru undir venjingarnar fram ímóti dystunum í hesari vikuni, kundi ein beinanvegin síggja, at FSF hevði útvega leikarum og venjarum nýggjar búnar at venja í.

[object Object]Hallur Hansson her í nýggja venjingarbúnanum frá Macron (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og seinastu tvey árini eru klæðini, ið føroysku leikararnir venja og spæla í, av italska klædnamerkinum Macron. FSF skifti eftir 2017 frá Adidas. 

Tá U21-landsliðið í gjárkvøldið vann 3-1 á Ísrael, var tað í nýggjum landsliðsbúna. A-landsliðið fer í kvøld eisini at spæla í nýggja Macron-búnanum.

Tað er eitt gott ár síðani, at nýggi búnin varð sniðgivin, og frá hósdegnum fæst hann til keyps á “Merchandise-síðuni" á fsf.fo, og landsliðsbúnin fæst eisini til børn - heilt niður í 1 ára aldur. Hetta skrivar Fótbóltssambandið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder