
Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur á fyrsta sinni vunnið ein útidyst í einari EM-høvusundankapping.
Hetta er veruleikin eftir enn ein ótrúliga spennandi dyst móti hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Luc Steins var hesaferð við, og hoast PSG-sjørnan fekk fimm mál, so fingu Føroyar tálma honum við ymiskum.
Pauli Jacobsen hevði nakrar stórbjargingar í fyrra helmingi av 2. hálvleiki, har Føroyar fóru frá Niðurlondum.
Hóast vertirnir hóttu leiðsluna til endans, so skoraðu føroyingar nóg mikið av málum og vardu so mikið væl fyri í avgerandi álopinum, at tað bar á mál.
Tvey søgulig og flott stig, sum kunnu senda Føroyar til EM-endaspælið í januar 2026.
Samrøður, fleir myndir og annað úr Amsterdam-økinum seinni.
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
4. umfar, sunnudagin 16.03
Niðurlond - Føroyar 31-32 (15-15)
17.00: Ukraina - Kosovo
Støðan
1. Føroyar 5 stig
2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Kosovo 3 stig
4. Ukraina 2 stig
Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald