Føroyar og Ísland bresta saman seinnapartin

Vón er um, at føroysku kvinnurnar veruliga kunnu bjóða teimum íslendsku av. Tað er tó stórur smeitur, at Súna Krossteig Hansen hevur skaða. Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar klokkan 15.

(Mynd: Viktor Källberg / HSF)

(Mynd: Viktor Källberg / HSF)

2023-10-15 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað umfar í undankappingini til EM-endaspælið í 2024 er á skránni í dag, og Føroyar taka móti Íslandi nú seinnapartin.

Føroysku kvinnurnar stóðu seg heilt væl í einar 20 minuttir í Svøríki hóskvøldið, men samanlagt var heimaliðið nógv sterkari og vann við 17 málum.

Eitt heldur stórt tap og Føroyar kunnu ikki brenna ov nógv, sum í seinna hálvleiki í Svøríki, um tað skal gerast spennandi í dag.

Ísland vann stórsigur á Luksemborg hósdagin og er hjá veddingarfyritøkunum stórfavorittur til dystin á Hálsi. Í fjør var tó ikki so stórur munur á, tá Ísland vitjaði til venjingardystir. Ísland vann báðar dystirnar við fimm málum.

Vónin er, at føroyska liðið veruliga kann bjóða av nú. Tað er tó stórur smeitur, st Súna Krossteig Hansen breyt fingurin í Svøríki hósdagin, og harvið er ein av bakspælarunum úr bestu donsku deildini ikki tøk.

Lukka Arge er komin inn í hópin ístaðin fyri Súnu. Fyrsta bríksl á Hálsi í dag verður klokkan 15. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder