Annað

Føroyar skulu aftur royna seg á Sandi klokkan 17

Eysturríki verður ein stórur biti í seinasta Silver League-dystinum í Føroyum hetta vikuskifti. Rás 1 hjá Televarpinum vísir dystin.

Føroysku flogbóltskvinnurnar eta og fyrireika seg á Sandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Føroysku flogbóltskvinnurnar eta og fyrireika seg á Sandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-06-08 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu 3-0 fyri Norðurmakedónia fríggjakvøldið, har tær hjá Føryum serliga iðraðu seg um annað setti. Tað var møguligt at vinna - annars taptu vertirnir greitt.

Norðurmakedónia og Eysturríki hittust í gjár, leygardagin. Har vóru favorittarnir úr Eysturríki omaná og vunnu 3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-12, 25-20.

[object Object]
Eysturríki væl og virðiliga omaná móti Norðurmakedónia (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Eysturríki var tíðliga síðsta summar í deildini omanfyri - Gulliguni. Talan er tískil um eitt lið á rímiliga høgtum stigi, og talan verður um eina ógvuliga stóra uppgávu hjá føroysku kvinnunum í kvøld.

Ciro Zoratti og toymi hava havt nakað av tíð at rætte tey lýti, sum vóru fríggjakvølið. Tíðliga í kvøld skulu føroysku kvinnurnar royna at fáa eitt heilt gott avrik á heimavølli.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Flogbóltssamband Føroya

Dysturin móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum byrjar klokkan 17. Hann verður í høllini Inni í Dal á Sandi og sæst annars á Rás 1 hjá Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder