Hondbóltur

Føroyar skulu til HM-endaspælið í januar

Við flottum 2. hálvleiki og samanløgdum sjey-máls sigri á Bosnia, tryggjaðu føroysku menninir sær søguliga sæti.

2026-05-16 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið hevur skrivað søgu við at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl.

Tað varð gjørt við 33-29 sigri í kvøld og samanløgdum fimm-máls sigri á Bosnia-Hersegovina.

Hetta var at gera arbeiði móti einum liðið, sum man eigur at vinna á - í øllum førum yvir tveir dystir. Eisini uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrar. 

Eftir fyrra hálvleik var hetta HM-plássið í stórum vanda. Bosnia var uppiborið á odda og á odda við tveimum. Harvið var javnleikur samanlagt.

Hetta var vánaligasti hálvleikur á heimavølli í longri tíð. Føroyska verjan hekk ikki nóg væl samana, ongar bjargingar komu, og so brendi liðið 4-5 risamøguleikar, harav tvey brotskast.

Men í 2. hálvleiki skoraði Bosnia bert nøkur fá mál, meðan tað enn var spennandi. Verjan stóð ógvuliga væl, lív í á og uttanfyri vøllin. Sum heild eitt annað føroyskt úttrykk, og góðu og tryggu málini trutu ikki.

Føroyar komu skjótt á odda, og tað endaði 33-28. Seinastu løtuna var tað niðurteljing, heiðran av Róa Berg Hansen og síðani fagnaður.

Føroysku menninir livdu upp til favorittleiklutin og skulu í januar 2027 spæla HM-endaspæl í Týsklandi. Lutakastið um bólkabýti og um hvønn bý Føroyar skulu til,  verður 10. juni. Vertsbýirini: Kiel, München, Hannover og Magdeburg

Samrøður, myndir og meira seinni

Seinni HM- røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
Føroyar - Bosnia-Hersegovina 33-28 (15-17) - samanlagt: 57-50

Toppskjútti og dagsins spælari: Hákun West av Teigum (11) - nú mest skorandi føroyski A-landsliðsspælarin hjá monnum

Sí fleiri hagtøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder