Føroysku U17 landsliðini fyri bæði gentir og dreingir eru í hesum døgum í Ikast í Danmark, har tey til mikudagin luttaka í árligu kappingunum um NEVZA meistaraheitini.
Úrslitini í dag hjá bæði gentum og dreingjum bera í sær, at tey í morgin týsdagin spæla fjórðingsfinalur. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir seinni um dagin hálvfinalu, og taparin spælir um 5./6. plássið mikumorgunin.
Genturnar
Í fjórðingsfinaluni, sum verður kl. 9:45, møta føroysku genturnar Svøríki, sum vann 3-2 á Danmark og tapti 3-1 fyri Noregi.
Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir hálvfinalu ímóti Onglandi kl. 15:45. Taparin spælir um 5./6. plássið mikumorgunin klokkan 8.
Dreingirnir
Føroysku dreingirnir møta Íslandi í fjórðingsfinaluni týsdagin klokkan 12. Ísland tapti 3-0 í báðum sínum dystum, sum vóru ímóti Svøríki og Danmark.
Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir síðani Danmark í hálvfinaluni týskvøldið klokkan 18. Taparin spælir um 5./6. plássið klokkan 8 mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald