Annað hvørt ár fáa landsliðini hjá Fótbóltssambandi Føroya nýggj spæliklæðir, og yvir fyri UEFA skal boðast frá, hvørjum litum føroysku liðini spæla í tá dystir eru á skránni.
Sum oftast spælir føroyska landsliðið í hvítari blusu, bláum brøkum og hvítum hosum, meðan eykasetti hevur verið bláar blusur, hvítar brøkur og bláar hosur.
Bláa blusan verður vanliga ikki nýtt á heimavølli, men hon kemur til sín rætt, tá Føroyar spæla á útivølli og mótstøðuliðið er í hvítum.
Men tá føroyska A-landsliðið við monnum í kvøld tekur ímóti Andorra, verða føroysku leikararnir í nýggju bláu blusuni, hvítum brøkum og sum nakað nýtt, í reyðum hosum. Hetta letur seg gera, tí avtalað er gjørd við Andorra um, at teir spæla i gulum.
Nýggja bláa blusan er gjørd við íblástri úr Føroyum og føroysku náttúruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald