Fótbóltur

Føroyar stríddu seg til frálíkan sigur á Svangaskarði

Eftir ein framúr føroyskan 2. hálvleik og trý mál er greitt, at Sámal Erik Hentze fekk bestu hugsandi byrjanina í venjarasessinum, og ungu føroysku menninir fingu sínu fyrstu stig í undankappingini. Talan var um fyrsta sigurin hjá U21-landsliðnum í næstan trý ár.

Petur Knudsen kundi fegnast eftir 3-1 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen kundi fegnast eftir 3-1 málið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-02 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ísrael hevði undan dystinum í kvøld ikki tapt í fýra dystum í hesari EM-undankappingini, men hetta broytti eitt sera vælskipað, hartarbeiðandi og snilt føroyskt lið, undir leiðslu av nýggja venjaranum, Sámal Erik Hentze uppá. Spania megnaði ikki at koppa Ísrael í november í fjør - tað megnaðu Føroyar í dag. 

Myndir: Føroyar - Ísrael

Útiliðið var omaná so at siga allan fyrra hálvleik, tó uttan at skapa nógvar veruligar málmøguleikar. Tað var tó í lagi, at Ísrael kom á odda - hátturin var ógvuliga keðiligur fyri føroyska liðið, tí tað var eitt lítið vandamikið innlegg úr høgru, ið kom í armin á vinstra bakkinum Hanus Sørensen, ið spældi sín fyrsta U21-landsdyst. Brotsspark, og Tomer Yosefi.

Ímóti endanum av fyrra hálvleiki vístu føroyingar góðar taktir, og Føroyar komu sera væl út til 2. hálvleik. Mads Mikkelsen vísti sínar dygdir, og í 52. minutti javnaði HB-leikarin. Stutt seinni varð hann skiftur út, men føroyska yvirvágin helt fram, og Jonn Johannessen og Stefan Radosavljevic høvdu ein risa tvífaldan málmøguleika.

Tað var tó vindur og ísraelski málverjin, ið hjálpti Føroyum, tá eitt lítið korter var eftir. Eitt innlegg frá Stefani varð bólturin mistur í málið, og seks minuttir seinni sló Petur Knudsen sigurin fastan, tá runavíkingurin sjálvur vann bóltin og einsamallur við málverjanum var ísakaldur. 

Hetta var fyrsti sigurin hjá U21-landsliðnum í næstan trý ár. Tann seinasti var í oktober 2017, tá Føroyar vunnu 3-1 á Georgia á Tórsvølli.

Føroyar - Ísrael 3-1 (0-1)
U21 EM undankapping - 02.09 á Svangaskarði
35' Tomer Yosefi (br.) 0-1
52' Mads Mikkelsen 1-1
77' Sjálvmál (Stefan Radosavljevic) 2-1
83' Petur Knudsen 3-1


Rói M. Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel J. Chukwudi, Hanus Sørensen – Pætur Petersen, Magnus H. Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Mads Mikkelsen – Jonn Johannesen.


Føroyska U21-landsliðið spælir aftur á Svangaskarði komandi týsdag. Tà vitjar Norðurmakedónia. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder