Hondbóltur

Føroyar taptu - men vunnu - í Aalborg

Føroysku leikararnir stríddust væl og spældu væl til tíðir ímóti dønum, og støddin av ósigrinum var ein greið betring í mun til seinast. Úrslitið hevur við sær at Føroyar aftur spæla í bólkaspælinum í EM-undankappingini næstu ferð.

Føroyingarnir kundu fegnast eftir seinasta bríksl, tá úrslitið í Kroatia eisini fyrilá (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir kundu fegnast eftir seinasta bríksl, tá úrslitið í Kroatia eisini fyrilá (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-16 18:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark tók ímóti í Gigantium í Aalborg, tá Føroyar í kvøld spældu seinasta dystin í EM-undankappingini. Danir høvdu frammanundan dystinum vunnið bólkin, og stillaðu upp við b-ketuni, harav bert tríggir vóru við til HM. Hóast Mikkel Hansen og Niklas Landin ikki vóru við í hópinum, og leikarar sum Lasse Svan og Rasmus Lauge als ikki vóru á vøllinum, so var sera høg góðska á liðnum. Føroysku leikararnir royndu alt tað, ið teir vóru mentir at halda støddini á ósigrinum niðri. Seinast var munurin 18 mál, og hesaferð var hann 11 mál færri. Hetta rakk til, at Føroyar koma beinleiðis til næstu EM-undankapping.

Myndir: Danmark-Føroyar

Danska liðið royndu so at siga allatíðina at hava høga leikferð, við m.a. at seta skjótt í gongd, tá skorað var ímóti teimum. Danir vóru ógvuliga effektivir fyrstu løtuna, og tað vóru spælskiparin Jacob Holm úr Fuchse Berlin og vinstri bakkurin úr Barcelona Lasse Andersen, sum góvu føroysku verjuni høvuðbrýggj. Hetta var galdandi ígjøgnum allan dystin. Í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki gjørdu danir relativt nógv mistøk, og Tórður Guttesen kom inn í málið, og hevði nakrar góðar bjargingar.

[object Object]
(Kjartan Johansen leikti ein góðan dyst, og hann varð føroyskur toppskjútti við sjey málum - Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hevði eina tunga løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki, men reistist væl aftur og vannu seinastu tíggju minuttirnar 7-4, har millum annað høgri bakkurin Kjartan Johansen gekk á odda. Hann smekkaði eitt fríkast í málið, eftir at tíðin var gingin út, og harvið skoraðu føroyingar 13 mál í 1. hálvleiki. Nikojal Jacobsen var týðiliga ikki nøgdir við gongdina, og Danmark kom eisini til 2. hálvleik við fullum útblástri og spældi ógvuliga væl tað mesta av 2. hálvleiki. 

Føroyska liðið stríddist fyri at hanga í, og okkara fingu nøkur sera góð mál, men tað var sum oftast stríggið at koma til nøkulunda opnar skotmøguleikar, meðan tað sá í fleiri førum heilt lætt út hjá dønum,og tað var sera trupult hjá føroysku málverjunum at fáa fatur á nøkrum, hóast Nicholas Satchwell m.a. fekk gott tak á Jóhan á Plógv seinastu løtuna. 

[object Object]

(Mynd: Sverri Egholm)

Belgia var aftanfyri við seks málum í Kroatia, so føroyingarnir vóru í hálvleikinum á odda roknistykkinum um at sleppa beinleiðis í næstu EM-undankapping. Men í 2. hálvleiki øktist munurin so líðandi í Aalborg, meðan Belgia helt nøkulunda fast um munin í Kroatia. Tað sá einki út eina løtu, men so øktu kroatar, og føroyingar pyntaðu um úrslitið seinastu løtuna. Kroatia vann við níggju málum á Belgia.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði tað fyrsta málið í dystinum. Tilsamans skoraði føroyingurin fimm ferðir, og høgri vongurin spældi allar 60 minuttirnar.

[object Object]
(Jóhan á Plógv Hansen skoraði uppá fimm útav átta royndum í sigrinum á Føroyum - Mynd: Sverri Egholm)

EM-undankapping, 6. umfar í bólki 8
Gigantium, Aalborg 16.06

Danmark - Føroyar 31-24 (17-13)

Áskoðaratal: 4591

Føroyska liðið frá byrjan: 
Nicholas Satchwell - Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð/Jónas G Djurhuus *, Peter Krogh, Rói Berg Hansen

*Verja/álop

Føroysku málskjúttarnir: 
Kjartan Johansen 7 (2)
Helgi Hildarson Hoydal 3
Jónas Gunnarsson Djurhuus 3 (1)
Peter Krogh 3
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Niklas Selvig 2
Rógvi Dal-Christiansen 1
Rói Berg Hansen 1
Brandur Halgirsson 1
Áki Egilsnes 1

Útvísingar: 
Peter Krogh (2), Kjartan Johansen, Áki Egilsnes 

Dystargongdin: 
5.min: 2-2
10.min: 5-3
15.min: 9-5
20.min: 13-6
25.min: 15-9
35.min: 22-16
40.min: 24-18
45.min: 25-19
50.min: 27-20
55.min: 29-21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder